Evropeisk smálandakapping, umframt núverandi undankappingar

Ivan Eginsson Eysturland, sum hevur fylgt tí føroyska fótbóltslandsliðnum tætt í eina fjórðingsøld ynskir, at føroyska fótbóltslandsliðið fær eina avbjóðing aftrat, umframt núverandi avbjóðingarnar við EM og HM-undankappingum.

 

Ivan Eginsson Eysturland fyrislær, at tey smæstu londini í Evropa møtast í einari 8-liðs kapping annað hvørt ár. Umframt Føroyar skal kappingin fevna um San Marino, Andorra, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Ìsland og Gibraltar, sum væntandi gerst limur í UEFA seinni hendan mánaðin.

 

Ivan leggur dent á, at talan er um eina kapping, sum skal geva evropeisku smátjóðinum nakrar prestisjufullar dystir, har nakað stendur uppá spæl. Hetta metir hann verða betur, enn nakrir tilfeldigir venjingardystir, har Føroyar møta einari smátjóð fimta hvørt ár. Sum er spæla evropeisku smátjóðirnar syndarliga fáar venjingardystir.

 

U21-landsliðsvenjarin, Heðin Askham, landsliðsspælarin, Símun Samuelsen og Tróndur Arge, ítróttarskrivari og ítróttarfrásøgumaður hjá Miðlahúsinum vóru allir jaligir um uppskotið hjá Ivani Eginssyni Eysturland, tá teir í sending hjá Rás2 seinnapartin í dag vóru spurdir um ítróttarliga virðið í einari slíkari evropeiskari smálandakapping.

 

Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF er eisini jaligur um tann ítróttarliga partin, men hann undirstrikar, at tað eru nógvir praktiskir og fíggjarligir lutir, sum mugu fáast uppá pláss, áðrenn ein slík kapping kann gerast veruleiki. Virgar undirstrikar eisini, at ein slík kapping fyri smátjóðir má ikki koma ístaðin fyri núverandi EM og HM undankappingar, sum føroyskur landsliðsfótbóltur hevur havt so stóra gleði av.

 

Undir greinini ber til at hoyra tað, sum Ivan Eginsson Eysturland, Virgar Hvidbro, Heðin Askham, Símun Samuelsen, Símun Joensen og Tróndur Arge høvdu at siga um uppskotið hjá Ivani Eginssyni Eysturland.

 

(Ivan Eginsson Eysturland sæst til vinstru á myndini)