Hóast spanski forsætisráðharrin, Jose Maria Aznar, var tann, sum tók stig til at skriva tað nógv umrødda stuðulsbrævið til George W. Bush, forseta, hava spaniumenn eina heilt aðra uppfatan av Irak-kreppuni enn teirra stjórnarleiðari. Tí ongastaðni í Evropa er mótstøðan ímóti amerikansku ætlanini at leypa á Irak størri enn júst í Spania. Ikki tí, danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sum eisini skrivaði undir stuðulsbrævið, fær heldur ikki undirtøku frá sínum fólki í hesum máli.
Tað sæst í einari meiningakanning um, hvat fólk í fleiri evropeiskum londum halda um amerikansku ætlanina at avvápna Irak við einum hernaðarátaki.
Í Spania siga heili 91 prosent, at tey eru ímóti kríggi við Irak, í Eysturríki siga 85 prosent tað sama, og í Svøríki og Luxenbourg hava 81 prosent somu støðu. Av teimum spurdu í Danmark svaraðu 79 prosent, at tey eru ímóti amerikansku álopsætlanini, í Finnlandi søgdu 78 prosent tað sama, í Írlandi 77 prosent og í Portugal 72 prosent.
Meiningakanningin vísir eisini, at franski forsetin og franska stjórnin fáa dygga undirtøku frá fólkinum í stríðnum ímóti álopsætlanini hjá amerikansku stjórnini. 73 prosent av teimum spurdu í Fraklandi siga, at tey eru ímóti ætlanini.
Týski samveldiskanslarin, Gerhard Schrøder, kann eisini ekkaleysur halda fram við sínari mótstøðu ímóti álopsætlanini, tí har eru 70 prosent ímóti ætlanini hjá Bush-stjórnini.
Meiningakanningin, sum BBC hevur gjørt, avdúkar, at mótstøðan ímóti kríggi við Irak er eisini stór í Eysturevropa, sjálvt um trygdarráðið hjá ST skuldi tikið undir við einum hernaðarátaki ímóti Irak. Í Rumenia siga 38 prosent, at tey høvdu góðtikið eitt álop á Irak, sum ST samtykkir tað. Í Bulgaria siga 28 prosent tað sama, í Russlandi 23 prosent og í Estlandi 20 prosent.
Tað eru bara bretar, sum taka undir við amerikansku álopsætlanini. 62 prosent av teimum spurdu í Bretlandi halda tað vera rætt at avvápna Irak við hermegi, sjálvt um eitt ella fleiri av teimum føstu limalondunum í ST-trygdarráðnum skuldu nýtt sýtingarrættin.
USA størri hóttan enn Irak
Meiningakanningin avdúkar eisini, at triði hvør breti heldur USA vera eina størri hóttan ímóti heimsfriðinum enn Irak. 32 prosent av teimum spurdu í Bretlandi siga, at USA er tann størsta hóttanin ímóti heimsfriðinum, meðan 27 prosent halda, at Irak er tann størsta hóttanin ímóti friðinum. Onnur 27 prosent halda, at Norðurkorea er tann størsta hóttanin.
Kanningin vísir eisini, at bretski stjórnarflokkurin hevur mist nógvar veljarar orsakað av stuðlinum hjá stjórnini og serliga Tony Blair, forsætisráðharra til amerikansku álopsætlanina. Í dag siga 35 prosent av bretsku veljarunum, at tey høvdu valt arbeiðaraflokkin, var parlamentsval nú, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt í meiri enn tíggju ár. Samstundis siga 34 prosent, at tey høvdu valt konservativa andstøðuflokkin, var val nú.
Sambært kanningini trúgva bara seks prosent av týskarunum George W. Bush, forseta, tá hann sigur, at tað er neyðugt at leypa á Irak fyri at varðveita friðin.










