Tað stóra evropeiska lanseringin av iPad verður fríggjadagin, men kundar, ið bíleggja nú, mugu bíða leingi eftir vøruni. Tað eru nú tveir mánaðir síðani, at iPad kom á amerikanska marknaðin og nú kemur nýggja vøran eisini á marknaðin í átta øðrum londum. Komandi fríggjadag kunnu kundar í Týsklandi, Stóra Bretlandi, Frankaríki, Italia, Spania , Sveis, Kanada og Avstralia ognað sær ein iPad.
Appel hevur tikið móti bíleggingum áðrenn lanseringina í hesum átta londunum, men tekin eru um, at áhugin er so mikið stórur, at kundarnir skulu bíða leingi eftir vøruni.
Appel hevur nú almannakunngjørt á heimasíðuni, at frá fríggjadegnum, tá ið vøran kemur á marknaðin, kann tað taka upp í heilar fimm vikur, áðrenn vøran verður latin.
Eisini í handlunum í teimum ymsu londunum, kann iPad skjótt gerast útselt. Í USA var ein long bíðirøð til handlarnar tann dagin vøran kom á marknaðin, og Appel seldi um 500.000 iPads tann fyrsta dagin.
kelda: business.dk