Evropear vilja hava Obama

Skuldu evropear valt millum Barrack Obama og John McCain, hevði Obama vunnið við stórum meiriluta

John McCain er eftir øllum at døma ikki avhildin maður hesumegin Atlantshavið. Í øllum førum vísir ein meiningakanning, at í Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi, Italia og Russlandi vilja fólk nógv heldur hava Barrack Obama til amerikanskan forserta aftan á valið í heyst.

 

Samanumtikið siga 52 prosent av teimum spurdu, at tey vilja hava Obama í Hvítu Húsini. Bara 15 prosent halda, at McCain eigur at flyta inn hagar.

 

Barrack Obama er serliga avhildin í Týsklandi og Fraklandi, har ávikavist 67 og 65 prosent vilja hava hann til amerikanskan forseta. Harðastu kappingina fær hann í Russlandi, har 31 prosent siga seg styðja Obama og 24 prosent McCain.