Republikanska forsetavalevnið í USA, Mitt Romney, er ikki serliga nógv avhildin hesumegin Atlantshavið. Í einari kanning, sum er gjørd í Bretlandi, Frakland og Týsklandi, sæst, at bara fimm prosent av teimum spurdu hava eina jaliga uppfatan av honum.
Í Bretlandi siga 47 prosent, at USA fær eina meiri neiliga støðu í teirra eygum, um Romney verður forseti. Trý prosent siga tað øvugta. Í Fraklandi og Týsklandi er myndin tann sama, skrivar The Guardian, sum almannakunnger kanningarúrslitið.
Sama kanning vísir, at Barack Obama er næstan líka nógv avhildin í Evropa nú, sum tá hann gjørdist forseti.