Evropatingformaðurin vitjaði Utøya

-Tað er nakað serligt at vera her, og kenslurnar eru nógvar, segði formaðurin í Evropatinginum, týskarin Martin Schulz, tá hann í dag var á oynni Utøya, har drápsmaðurin Anders Behring Breivik skeyt 67 fólk tann 22. juli í fjør.

Schulz hevur verið sera virkin í stríðnum ímóti víðgongdum kreftum, og nú hann er í Noregi í sambandi við, at ES hevur fingið friðarheiðurslønina hjá Nobel, vildi hann sleppa at vitja Utøya.

-Hetta gevur nóghvar kenslur. Tað kundu eins væl verið míni børn, sum vórðu myrd her, segði formaðurin í Evropatinginum. Hann segði, at hann hevði hoyrt um Utøya fyrr, tí nógvir av hansara sosialdemokratisku floksfeløgum í Týsklandi hava verið har.