Ráðharranevndin hjá Evroparáðnum hevur avgjørt at taka órinið frá fyrrverandi norska forsætisráðharran Thorbjørn Jagland í sambandi við málið um Epstein.
Tað upplýsir norska tíðindastovan NTB.
Sambært miðlinum VG er hetta fyrstu ferð, at Evroparáðið tekur órinið frá einum fyrrverandi ovasta leiðara.
Jagland stóð á odda fyri Evroparáðnum frá 2009 til 2019.
Norska stjórnin hevur biðið um, at hetta verður gjørt, so Jagland kann kannast av løgregludeildini Økokrim.
Økokrim kannar fyrrverandi norska forsætisráðharran undir illgruna fyri álvarsamt mutur.
Hetta kemst av upplýsingum í Epstein-skjølunum, hevur løgreglan áður upplýst.
Thorbjørn Jagland hevur umvegis verja sín upplýst, at hann heldur tað vera positivt, at málið er kannað, og at tey eru trygg við úrslitið.
/Ritzau/










