Evropar hyggja nógv eftir EM

Flestu evropisku sjónvarpsstøðirnar, sum vísa EM-fótbólt, hava góðar dagar, tó ikki tær fronsku sjónvarpsstøðirnar.

Fótbóltur

 

Tey sum hata fótbólt, og tey sum kappast við fótbóltin vilja ofta gera tað til, at áhugin fyri fótbólti ikki er so stórur í mun til alt tað, sum verður sent í útvarpi, sjónvarpi, og skrivað í bløðum og internetsportalum kring Evropa, og Heimin allan. Men hyggjaratølini kring Evropa vísa nakað heilt annað. Bara í Danmark, sum er landið vit ofta takast hagtøl frá – og samanbera okkum við - hevur áhugin fyri EM verið væl omanfyri tað, sum væntað varð, áðrenn EM-endaspælið. Danmark tekur ikki lut í EM-endaspælinum, og tí varð mett, at hyggjaratølini ikki fóru at gerast av teimum allarstørstu. Men nú vísir tað seg, at danska TV2, sum eigur rættindini at vísa EM veruliga hevur skotið pápageykin. Heilir 909.000 danskir hyggjarar sóu avgerandi bólkadystin millum Eysturríki og Týskland, sum var leiktur 16.juni. 885.000 sóu dystin millum Holland og Italia, tann 9. juni, og 863.000 sóu dystin millum Holland og Frakland tann 13. juni, og 851.000 sóu dystin millum Frakland og Italia, sum varð spældur tann 17. juni. 10. juni hugdu 822.000 danskir sjónvarpshyggjarar eftir dystinum millum Svøríki og Grikkaland. Og hetta er alt bara tøl fyri dystir í bólkaspælinum.

 

Danska metið er frá 1992

Mark Strudal hevur fingið nógvar ábreiðslur í donsku pressuni fyri sín leiklut, sum EM-viðmerkjari hjá TV2, men onkursvegna hevur hetta ikki rinið við áhugan hjá dønum at hyggja eftir EM-endaspælinum í Sveis og Eysturríki. Leiðslan í danska TV2 gleðir seg nú at síggja hyggjaratølini, sum fara at verða kunngjørd aftaná fjórðingsfinalur, hálvfinalur og sjálva finaluna, sum verður í Wien komandi sunnudag. Danska metið er sjálvsagt EM-finalan millum Danmark og Týskland í 1992, tá 2,6 miljónir hyggjarar sóu Danmark vinna evropameistaraskapið á Nya Ullevi í Göteborg. Tá hugdu mong, sum ongantíð høvdu hugt eftir fótbólti áður. Verður hugt eftir teimum 20 sjónvarpssendingunum, sum danir hava hugt mest eftir í fyrru helvt av juni, so eigur fótbólts-EM heilar 8 av hesum 20 sjónvarpssendingunum. TV2 hevði í meðal 615.000 hyggjarar til dystirnar í bólkaspælinum. Hetta er 400.000 minni, enn í 2004, men tá tóku bæði Ongland og Danmark lut, og bæði spældu seg í fjórðingsfinaluna. Og sjálvsagt eru Danmark og Ongland liðini, sum dønum (og føroyingum) dámar best at síggja í sjónvarpinum. Av ávikavist tjóðskaparligum, og fótbóltssøguligum orsøkum

 

Nógv í Italia og Týsklandi

Í Italia og Týsklandi er veruliga talan um ein risastóran áhuga. Dysturin farna týskvøld ímillum Italia og Frakland varð met fyri ein dyst, sum er vístur í tí almenna RAI-sjónvarpinum. Heilar 23,5 miljónir tifosis (italskir fjepparar) sóu avgerandi bólkadystin millum Italia og Frakland. Tað er merkisverdigt, at HM-finalan millum Italia og Frakland í 2006 hevði »bert« 23 miljónir hyggjarar, also eina hálva miljón minni. Í Týsklandi er eisini talan um risatøl. Podolski, Lahm og Ballack hava veruliga fingið týska fólkið við sær. 28 miljónir týskir sjónvarpshyggjarar hugdu eftir avgerandi bólkadystinum millum Týskland og Eysturríki, tað svarar til 77% av teimum møguligu sjónvarpshyggjarunum. Talan er um triðjastørsta talið av hyggjarum til ein fótbóltslandsdyst í søgu Týsklands. HM-hálvfinalan millum Týskland og Italia í 2006 hevði 29,7 miljónir týskar hyggjarar, og EM-finalan millum Týskland og Kekkia í 1996 hevði 28,4 miljónir hyggjarar. Fyrstu dystirnir hjá Týsklandi í bólkaspælinum høvdu báðir stór hyggjaratøl. 23 miljónir týskarar hugdu eftir dystunum hjá Týsklandi ímóti Kroatia og Póllandi, sum er langt yvir tað, sum leiðslan í týsku sjónvarpsrásini, ARD hevði vónað og væntað. Til stuttleikar kann nevnast, at millum 11 og 12 miljónir týskir sjónvarpshyggjarar hugdu eftir dystinum ímillum Týskland og Føroyar, sum var leiktur á NiederSachsen Leikvøllinum í oktober í 2002. Enn eitt dømi um, at føroyska landsliðið – hóast manglandi úrslit – gevur okkum nógva umtalu kring Evropa. Í Portugal og Hollandi hava hyggjaratølini eisini verið óhoyrd, har hava millum 70 og 80% av teimum møguligu hyggjarunum hugt eftir EM. Nú verður bíðað í spenningi hvussu nógv fara at hyggja, tá bæði Portugal og Holland eru úti av kappingini. Í Svøríki sóu 3 miljónir hyggjarar Svøríki vinna 2-0 á Grikkalandi, sum er 70% av teimum møguligu hyggjarunum. »Bert« 2,6 miljónir svenskarar sóu dystin millum Svøríki og Spania.

 

Kreppa í Fraklandi

Ì Fraklandi er tað sjónvarpsrásin, M6 sum eigur rættindini til at senda EM. 13,2 miljónir hyggjarar sóu dystin millum Frakland og Italia. Men nú tá Frakland er sent út í myrkrið, so óttast teir í M6, at teir fara at missa uml. 370 miljónir hyggjarar, og hevur hetta elvt til eina kreppustøðu hjá sjónvarpsfelagnum. Í Spania og Bretlandi hava fólk havt ein minni áhuga. Í Spania hava Barcelona, og serliga Real Madrid vanliga fleiri sjónvarpshyggjarar, enn spanska landsliðið, serliga tá talan er um avgerandi Champions League-dystir hjá Real Madrid. Áhugin fyri spanska landsliðnum í Baskaralandinum og Katalania er av givnum orsøkum heldur ikki so stórur, hesi tysta eftir at fáa síni egnu landslið. 6,8 miljónir sóu dystin hjá Spania ímóti Russlandi, og 7,2 miljónir sóu dystin ímóti Svøríki, men nú Spania er í hálvfinaluni, so eru vónir fyri, at hyggjaratalið fer at taka seg væl upp um 10 miljónir. Í Bretlandi er áhugin sjálvsagt ávirkaður av, at einki av teimum bretsku landsliðunum er við í EM-endaspælinum, men ITV og BBC eru nøgd við áhugan, og sóu m.a. 7 miljónir bretar dystin ímillum Holland og Italia. Stuttligt hevði verið at fingið nøkur hyggjaratøl úr Føroyum. Kom bara við teimum, Gallup!

(Kelda: Tipsbladet)