Føroyskur ungdómur roykir meiri enn ungdómur aðrastaðni í Evropa Fjórði hvør næmingur í 9. flokki í Føroyum roykir, og tað ger, at Føroyar er tað landið í Evropa, har flest ung roykja.
Tað gongur kortini tann rætta vegin. Í 2002 vísti ein kanning, at 37 prosent av næmingunum í 9. flokki royktu, men ein tilsvarandi kanning í fjør sigur, at 24 prosent festu sær í.
-Færri og færri ungfólk roykja, men vit eru framvegis fremst millum europeisku londini, sigur Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum, við útvarpið hjá Kringvarpinum.










