Amerikonsk virðisbrøv lótu í gjár aftur í stórari afturgongd. Seinasta mánaðin eru virðisbrævaindeksini fallin útvið 10 prosent.
Bæði Dow Jones indeksið, S&P 500 indekstið og Nasdaq indeksið fullu við millum 3,6 og 4,11 prosentum bara í gjár.
Orsøkin til stóra fallið er ógvusliga óvissan viðvíkjandi búskaparstøðuni í evrusamstarvinum og Evropa sum heild, eftir stóra hjálparpakkan til Grikkaland.
Hjálparpakkin upp á 223 milliardir krónur er skrúvaður saman av londum, sum frammanundan eru ógvusliga tyngd av skuld, og av tí sama er sera stór óvissa rundanum fíggjarstøðuna í Evropa.
Harafturat vístu fleiri lyklatøl í USA ikki ta jaligu gongdina, sum tað var væntað, og tí kom rættiligt trýst á.
Tá virðisbrævamarknaðurin í Danmark lat aftur í gjár, sá heldur ikki serliga gott út. At kalla øll virðisbrøv vóru undir ógvusligum trýsti, og at kalla øll tølini vóru reyð. Fallið á OMXC20 indeksinum í gjár var 3,64 prosent, og er tað nógv tað størsta fallið í ár.
Hetta ávirkaði eisini føroysku partabrøvini, sum eru skrásett á virðiskbrævamarknaðinum.
Partabrævið hjá Atlantic Petroleum endaði við at fella við 4,3 prosentum í gjár, og einu løtuna lá tað í minus 6,45 prosent, áðrenn tað hækkaði eitt vet beint áðrenn marknaðurin lat aftur.










