Evropa verður nýggja yvirgangsmálið

Síðani 11. september í 2001 er USA betur vart ímóti yvirgangi, og álop á amerikonsk mál í Irak hava ikki so stóran týdning longur. Tí veksur vandin fyri yvirgangi í Evropa.

Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing hjá tí viðurkenda stovninum International Institute for Strategic Studies í London.

Stovnurin sigur, at vandin fyri yvirgangi er framvegis sera stórur, og at talið á yvirgangsbólkum, sum virka í meiri enn einum landi, veksur í hvørjum. Kríggið í Irak hevur eggjað fleiri til at bjóða seg fram sum sjálvmorðsbumbumenn, og kríggið hevur eisini givið al-Qaeda eitt annað grundarlag fyri at halda fram við sínum virksemi, sigur IISS.

-Sjálvt um Osama bin Laden og Ayman al-Zawahiri hava avmarkað rásarúm, eru teir framvegis teir fremstu leiðararnir í einum heilagum kríggi. Síðani kríggið í Afganistan er leiðslan í al-Qaeda meiri fjøltáttað, og tí er tað truplari at halda eygað við henni, sigur stjórin í IISS, John Chapman.

Hann vísir á, at tann almenna uppfatanin er, at kríggið ímóti altjóða yvirgangi fer at vara eini 10 ella 15 ár, men sjálvur veit hann ikki, um tað ber til at vinna kríggið.

IISS sigur í frágreiðingini, at strong amerikonsk trygdartiltøk gera tað trupult hjá yvirgangsmonnum at søkja at málum í USA, og álopini á amerikanskar hermenn í Irak hava ikki so stórt hugsjónarligt virði longur, heldur hann. Tí mugu yvirgangsmenninir venda sær ímóti øðrum málum, og her stendur Evropa ovarlaga á dagsskrá teira.

Ein rættiliga stórur partur av teirri nýggju frágreiðingini hjá IISS snýr seg um Russland. John Chapman sigur við Reuters, at tað ber ikki til at fyrireika Russland ímóti yvirgangi, so leingi tann hernaðarliga útgerðin er avoldað, og so leingi trygdartænastan er so gjøgnumsúrgað av korrupsjón sum nú.

John Chapman vil ikki leggja eg út í amerikanska forsetavalið, men hann heldur, at verður Bush afturvaldur, kann tað fáa týdning fyri viðurskiftini í Miðeystri. Bush kann ikki stilla upp eina ferð afturat, og tí nýtist honum ikki at taka fyrivarni fyri, hvat teir sterku jødisku felagsskapirnir í USA halda um politikk hansara í Miðeystri, sigur stjórin í IISS.