Evropa streym úr Sahara

Nýggjar kanningar vísa, at sólorkan kann geva nógv meiri elorku enn higartil hildið Nakrir granskarar hjá lærda Ben Gurion-háskúlanum í Ísrael eru eftir kanningar í fleiri ár komnir til ta niðurstøðu, at tað ber til at útvinna nógv meiri sólorku enn higartil hildið.

Professarin David Faiman, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur við DR, at málið var at miðsavna ta einstøku sólarkyknuna 1.000 ferðir, so tað skuldi bera til at fáa 1,5 Kilowatt burtur úr hvørjari sólarkyknu ístaðin fyri 1,5 watt.

Hesum málinum hava granskararnir nú rokkið, sigur professarin, sum er sannførdur um, at úrslitið kann fáa sera stóran týdning fyri altjóða orkuveitingina í framtíðini.