- Hetta er einki minni enn eitt bragd, sum er fingið í lag í tí rætta evropeiska andanum, segði formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, í morgun, tá tað var greitt, at semja var um tann nýggja sáttmálan.
Av ringum royndum er orðið grundlóg er ikki nevnt í nýggja sáttmálanum, og tann nýggi sáttmálin vísir eisini frá tí grundlógaruppskotinum, sum fransmenn og niðurlendingar vrakaðu á fólkaarkvøðu í 2005.
Nýskipanarsáttmálin ber í stuttum í sær, at ES fær ein fastan formann og ein felags uttanríkisráðharra, sum tó ikki fær heitið ráðharri. Evropatingið fær størri ávirkan, ES-nevndin verður skerd, og sýtingarrætturin verður avtikin so við og við.
Nakrir meinbogar vóru, áðrenn tað eydnaðist at fáa endaliga semju í morgun. Eitt nú vildi Italia ikki góðtaka, at landið skuldi hava færri umboð í Evropatinginum enn Bretland og Frakland. Úrslitið varð, at landið fekk eitt umborð afturat.
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, var sera væl nøgdur við úrslitið av fundinum í Lissabon.
- Vit eru væl nøgd við úrslitið, sum er komið burturúr, tí nú kunnu vit brúka okkara politisku orku til at fáa politisk úrslit, segði forsætisráðharrin aftan á samráðingarnar.
Tað er ikki greitt, um danir skulu hava fólkaatkvøðu um nýggja sáttmálan.










