Evropa má vera meiri virkið í Miðeystri

Ísrael vil hava Evropa at átaka sær ein størri lut í arbeiðinum at fáa varandi frið í Miðeystri, men treytin er, at evropeisku londini skulu reka ein Ísrael-vinarligan politikk.

Ísraelska stjórnin hevur nú fyri fyrstu ferð biðið Evropa átaka sær ein størri lut í arbeiðinum fyri varandi friði í Miðeystri. Ísraelska stjórnin hevur leingi roynt at halda Evropa uttanfyri, tí hon heldur, at tey evropeisku londini eru ikki nóg avgjørd, tá tað snýr seg um palestinskan yvirgang.

-Eru evropeararnir sinnaðir til at síggja veruleikan í eyguni og at virka út frá tí, fer tað at geva teimum ein møguleika at fáa ein størri lut í friðararbeiðinum, segði Silvan Shalom, uttanríkisráðharri, tá hann mánadagin var í Bruxelles saman við palestinska starvsbróðuri sínum, Nabil Shaath.

Ein tann størsti stríðsspurningurin millum Evropa og Ísrael er Yasser Arafat. Ísrael og USA leggja hann undir at hava persónliga ábyrgd av teimum nógvu palestinsku sjálvmorðsatsóknunum í Ísrael, og tey gera tí alt fyri at halda hann uttan fyri friðarroyndirnar. Men Evropa vil fegið tosa við Arafat. Eitt nú hevur uttanríkispolitiski samskiparin hjá ES, Javier Solana, fleiri ferðir ætlað sær at hitta Arafat, men Ísrael hevur sagt nei.

At ísraelski uttanríkisráðharrin nú gloppar dyrnar fyri størri evropeiskari luttøku í friðararbeiðinum verður tulkað sum eitt tekin um, at ísraelska stjórnin ásannar, at tað verður lættari at fáa glið á samráðingarnar við palestinar, er Evropa við.