Evropa mótmælir í dag

Fakfeløg í fleiri evropeiskum londumm hava boðað frá verkfalli í dag til tess at mótmæla tí veksandi arbeiðsloysinum og teimum almennu sparingunum.

Tilsamans er talan um eini 40 fakfeløg í 23 londum so sum Italia, Spania, Grikkalandi, Belgia, Fraklandi, Bretlandi og Týsklandi.

Tað er rættiliga misjavnt, hvussu stórar avleiðingar verkfallið fær í teimum einstøku londunum, men BBC skrivar í morgun, at summastaðni verður samferðslan darvað. Tað er eisini ymiskt, hvussu leingi arbeiðssteðgurin varir.