Nú stendur so illa til hjá fólki í summum evropeiskum londum, at Altjóða Reyði Krossur heldur tað vera rætt at meta Evropa sum eitt neyðøki.
Yves Daccord, sum er aðalstjóri í Altjóða Reyða Krossi, sigur við Politiken, at fyri fyrstu ferð noyðist Reyði Krossur í nøkrum londum í Evropa at hjálpa fátækum einstaklingum í heimlandinum heldur enn at hjálpa fólki í londum uttan fyri Evropa.
Aðalstjórin sigur, at Reyði Krossur í Grikkalandi er um at fara á húsagang, og at allir pengarnir, sum Reyði Krossur í Spania hevði savnað, fóru til at hjálpa fólki í Spania.
Yves Daccord ávarar um, at myndugleikarnir í Evropa kunnu vænta ófrið eins og í Norðurafrika.