Evropa Cup: Beint í brotskastskapping um tað stendur á jøvnum

H71 má fyrireka seg upp á ítøkiligan møguleika fyri brotskastskapping

H71 og RK Maribor Branik spæla í kvøld klokkan 19.00 í Høllini á Hálsi - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

H71 hevur eina leiðslu upp á eitt mál við til næsta Evropadystin ímóti RK Maribor.

Tekniskt hevur H71 í dag útivøll, og tað merkir at hoyvíkingar hava ráð at tapa við einum málið, so leingi teir sjálvir skjóta í minsta lagi 25 mál. Vinnur RK Maribor eitt nú 23-22 verða tað slovenar sum fara víðari, tí at teir hava fingið flest mál á útivølli.

Men endar tað 25-24 til Maribor, so stendur púrasta á jøvnum og tá verður dysturin avgjørdur við brotskastskapping.

Eftir fyrsta dystinum at døma, kundi tað hóvað hoyvíkingum væl, tí Maribor brendi trý av fýra brotskøstum í fyrra dystinum.