Evroislam: Átrúnaður og politikkur

Meðan átrúnaður hevur stóran leiklut í føroyskum politikki og samfelag, er støðan hin sama millum fleiri evropeiskar muslimar. Í komandi viku kemur fólkatingspolitikarin Naser Khader til Føroya – hesin kennir uttan iva til somu støðu, tó úr einum øðrum høpi

Á evropeiska meginlandinum skal ein ávís útgáva av Islam verða ávegis. Ein útgáva, sum góðtekur t.d. skilnað millum stat og átrúnað, og sum heild, góðtekur støðu sína í minniluta – innrættar seg í evropeiskt fólkaræði. Evroislam kalla fleiri eina tílíka útgávu av Islam.
Tariq Ramadan er tann mest kendi fortalarin fyri eini útlegging av Evroislam, sum tó ikki er heilt hin sama, sum tann lýsta omanfyri. Tariq Ramadan er av summum elskaður og av øðrum hataður. Hann er professari, fyrilestrar hansara fylla fyrilestarhølini, gjarna við ungum muslimum, ymsa staðni kring vestara part av Evropa. Hann verður lýstur sum genialur hugsjónarmaður og retorikari, trúbótari, ein muslimskur Martin Luther – men eisini er hann ákærdur fyri at tala við tveimum tungum, fyri at vera antisemitt, ein vandi fyri fólkaræði og eisini fyri at vera ein muslimskur svíkjari.
Hann talar ímóti tí, at muslimurin trekkja seg aftur í dagliga samfelagslívinum. Evropislam saman við musliminum skal úr minnilutastøðuni. Hóast muslimurin luttekur í samfelagnum – í kjaki, í politikki – so skal hann á ongan hátt uppgeva ella goyma sín átrúnaðarliga samleika í tí almenna rúminum. Í øðrum orðum skal muslimurin ikki seta ljós sítt undir skeppuna.

Khader
Ein politikari við arabiskari og muslimskari bakgrund í donskum politikki er Naser Khader.
Eins og Tariq Ramadan, er Naser Khader av summum er sera væl dámdur, men av øðrum illa lýddur.
Naser Khader verður spáddur at hava eina um ikki gylta, so bjarta framtíð í donskum politikki. Ein komandi danskur stórpolitikari. Danskir eygleiðarar og politiskir viðmerkjarar meta, at eitt høvuðsmál í samanhanginum av danska vælferðarpolitikkinum verður hvussu viðurskiftini millum “gomlu danirnar” og “nýggju muslimsku danirnar” verða løgd til rættis. Her skal Khader fáa ein enn meiri politiskan viðvind, enn hann hevur fingið tað í tíðini eftir rokið um Muhammed-tekningarnar.
Í Khader síggja fleiri nevniliga ein dreym um eina útgávu av Islam, har sharia-lóggáva hevur ein nógv skerdan leiklut og átrúnaður heilt klárt er ein privat-søk. Hetta er jú støðan, sum Khader hevur tikið og hetta er ein týðandi partur av hansara politisku profil.
At konturarnir í danska politiska kjakinum eru sum teir eru, hevur sjálvsagt nógv at gera við muslimsku tilflytararnar og teirra eftirkomarar, og serliga eisini á unga aldurin á hesum. Í Danmark búgva umleið 170.000 muslimar, av hesum eru 70.000 arabiskum uppruna.

Eitt flótandi hugtak
Ramadan er fyri integratión, men tað skulu vera muslimar, sum avgera hvat hetta hevur við sær. »Um eitt samfelag tekur frá mær rættin at virka fyri trúgv míni, geri eg mótstøðu og stríðist ímóti hesum samfelagnum.«
Ramadan hvettir ikki við traditionalistiska islamska hugsan. Í eini av bókum sínum greiðir hann soleiðis frá: »Málið er at verja muslimska samleikan og átrúnaðarliga praksis, men samstundis at góðtaka vestliga konstitutionella bygnaðin, virkin luttaka sum borgari á sosialum støði og liva í sannum loyaliteti fyri tí landi, ein hoyrir til.« T.d. fanst hann hvassliga at forboðnum ímóti at ganga við sløri í fronskum statsskúlum.
Men sambært franska islamkennaranum Olivier Roy eru fundamentalistar als ikki millum mongu fjeppararnar hjá Ramadan. Og teir fátæku muslimarnir í fronsku forstøðunum kenna hann neyvan. Hinvegin er tað universitetslesandi eftirkomarar úr øðrum ættarliði av tilflytarum, sum hann vendir sær til. Hesi, sum ikki kenna seg heilt integreraðan í samfelagnum. Tey, sum ynskja at verða í miðstættini. Roy metir hesi ynskja eitt samfelagskjak har muslimar kunnu luttaka við respekt og virðing.
Ífylgi høvundanum og avísskribentinum, Ian Buruma, er mótstøða eitt lyklaorð, tá ið ein hugsar um tað, ið hevur formað hansara tankagóðs ella politisku hugsan. Ramadan er abbasonur egyptiska Hassan al-Banna, ið m.a. stríddist ímóti bretska hjálandaveldinum og stovnaði Muslimska brøðraringin. Diktatur og kolonialisma er fyri honum eitt kent fyribrigdi. Hann hevur eisini sum ungur ferðast nógv í londum sum India, í heimspørtum sum Latínamerika og Afrika. Her hitti hann fólk, t.d. sokallaðir frælsisteologar í Brasil, hvørs frælsisstríð bygdi á trúarmeginreglur, fortelur Ramadan.
Men navnið Tariq Ramadan ella hansara tankar skulu ikki ókritiskt setast ájavnt við heitið Evroislam, sum í roynd og veru er nógv breiðari enn so. Ein radikal útlegging av Evroislam, sum eggjar til altjóða yvirgang, er sjálvsagt eisini kend millum evropearar á ein blóðugan hátt.

Keldur:
Ian Buruma - Euroislam: Fup eller fakta?: Brobygger eller hykler (Information, 10.03.2007) Oliver Roy - Euroislam: Den indre jihad (Á
HYPERLINK www.forlagetvandkunsten.dk/87061www.forlagetvandkunsten.dk/87061)
Trine Korvig - Arabere i Danmark - et statistisk overblik (Á
HYPERLINK dedi.org.egdedi.org.eg)




70.000 arabarar í Danmark
Tað eru 70.000 arabarar í Danmark. Hetta tal fevnir um tilflytarar og teirra eftirkomarar, ið hava arabiska bakgrund, mál og mentan. Flestu av hesum komu miðskeiðis í 1980’unum til Danmarkar. Meðan tilflytarin í 1960’unum og 1970’unum oftast var maður, ið kom fyri at arbeiða, so var tilflytarin í 1980’unum oftast flóttafólk.
Teir eru komnir úr ymiskum londum. Í dag er tað irakar, sum eru teir flestu, 26.350. Libanar koma næstir í røðini, 22.230 – fleiri av teimum av palestinskum uppruna. Í 1986, meðan borgarakríggið leikaði uppá tað harðasta í Libanon, komu serliga nógvir libanar til Danmarkar, nær um 2.500.







Ungir tilflytarar
Ein stórur partur av arabisku tilflytararunum í Danmark eru í dag sera ungir. Av palestinum eru nærum helvtin, 45%, undir 15 ár. Samanbera vit við uppruna-danarnar eru einans eitt sindur minni enn 20 % av teimum 15 ár ella yngri.
Talið av ungum eftirkomarum í øðrum ættarliði fer sostatt at vaksa komandi árini. Hetta setur eitt ávíst trýst á danska samfelagið, útbúgvingarskipanini er eitt dømi. Sum sagt, er hetta ein av orsøkunum til varandi kjakið um hvønn leiklut Islam skal hava í danska samfelagnum.