Evran í vanda

Tey 12 ES-londini, sum í dag nýta evruna sum gjaldoyra, eiga at stýra búskapinum nógv betri. Hetta sigur ES-kommiserurin fyri peningapolitik, Joaquin Almunia. Almunia sigur, at við verandi gjaldsjavnahallið er vandi fyri styrkini hjá evruni. – Higartil hevur tillagingin til nýggja pengapolitikkin gingið spakuligari, enn roknað varð við. Og fyri limalondini við evruni sum gjaldoyra, er ein slík tillaging av eyka stórum týdningi, sigur Almunia.