Í setanarrøðu síni í dag staðfesti Lars Løkke Rasmussen, forsøætisráðharri, at umstøðurnar eru ikki egnaðar til at hava fólkaatkvøðu um evruna. Forsætisráðharrin segði, at hvørki tær politisku ella búskaparligu fyritreytirnar fyri einari fólkaatkvøðu eru til staðar í løtuni.
Fíggjarlógaruppskotið, sum stjórnin legði fram í síðsta mánað, vísir 86,3 milliardir krónur í halli. Tað svarar til 4,9 prosent av donsku bruttotjóðarframleiðsluni og er væl oman fyri hámarkið hjá ES, sum er 3,0 prosent.










