Hóast fyrrverandi liðformaðurin á franska landsliðnum, Patrice Evra, hevði lovað at fortalt alt um, hvat hendi í Suðurafrika, tá hann kom heimaftur til Fraklands, hevur hann ikki verið so øgiliga tíðindafróður, sum mong vónaðu. Men okkurt hevur hann tó sagt.
– Allir spælararnir vóru við til at taka avgerðina um, at vit skuldu bróta venjingina av og fara í spælarabussin, tá Nicolas Anelka var sendur heim. Hetta var kanska eitt sindur býttisligt, men viðhvørt kemur tú í støður, har tú gert okkurt skeivt, sigur Evra í samrøðu við fronsku sjónvarpsrásina, TF1.
Eftir hendingina noyddu spælararnir landsliðsvenjaran, Raymond Domenech, at lesa upp eina lítla yvirlýsing framman fyri heimspressuni. Tað gjørdi venjarin, men samstundis gjørdi hann av at koyra Evra frá sum liðformann og setti hann á franska bonkin. Júst tað, at Evra var koyrdur frá og tí ikki slapp við á tíðindafundin, har hann ætlaði at bera fram eina umbering, hevur hann tikið sær nær.
– Hetta er fyrstu ferð í lívinum, at eg ikki eri sloppin at siga tað, sum eg havi hug til. Tað kendist løgið, men hetta var venjarans avgerð, so tað mátti eg bara góðtaka, segði Patrice Evra, sum viðurkendi, at stríðið í fronsku HM-leguni hevur sett síni spor, men samstundis heldur, at ov tíðliga er at hava eina upprudding nú.
– Ítróttarmálaráðið fer at gera eina kanning, har allir spælararnir sleppa til orðanna, og tá kann hvør einstakur fortelja, hvussu hann hevur upplivað hetta. Tá fáa allir møguleikan at siga sannleikan, sigur Manchester United-verjuspælarin, sum heldur, at allir eru keddir av tí og helst vilja siga sum minst, meðan sárini enn standa opin.
Eingir bandaleiðarar
Eisini franski framherjin, Thierry Henry, hevur alment verið frammi eftir heimkomuna. Í samrøðu við Canal+ sigur hann seg ikki kenna aftur myndina av franska landsliðnum, ið eitt nú franski ítróttarmálaráðharrin, Roselyne Bachelot, teknaði av teimum eldru spælarunum, sum »óbúnir bandaleiðarar, ið hundsa við nøkrum ræddum unglingum«.
– Fólk eiga at gevast við at tosa um bandaleiðarar, tá tað snýr seg um franska landsliðið. Eg eri sjálvur úr einum býarparti í París, sum veit, hvat ein bandaleiðari er, og eg kann heilsa og siga, at vit hava ongar slíkar á landsliðnum. Eingin hevur lagt trýst á nakran, segði Henry í samrøðuni.
Heldur ikki Patrice Evra kennir seg aftur í heldur ivasomu lýsingini frá ráðharranum.
– Laurent Blanc fer at yvirtaka ein hóp av spælarum, sum hevur gott samanhald og har allir eru sinnaðir at endurreisa stoltleikan og umdømið hjá landsliðnum. Tað kann bara gerast upp á ein máta, og tað er við at vinna dystir aftur, sigur hann.
Júst somu støðu hevur Henry, sum heldur tað hava alstóran týdning, at dentur verður lagdur á tað ítróttarliga.
– Vit vóru ein vanlukka á vøllinum, og fyrst og fremst stóðst tað av, at vit spældu ikki væl. Vit kunnu ikki krógva okkum frá sannleikanum, men vit gingu ov høgt upp í kjak og søgur, sum einki hald var í, sigur Henry.