- Í kvøld er tíðin til at biða um eina umbering frá franska fólkinum. Eg deili pínuna við alt tað franska fólki, men tað sum nívir meg meir er, at umberingin skuldi verið komin í gjár, men venjarin hjá mær steðgaði mær í at gera tað sum liðskipari, segði Patrice Evra í gjár.
Patrice Evra var liðskipari hjá franska landsliðnum tveir teir fyrstu dystirnar í HM endaspælinum, men í seinasta dystinum ímóti Suðurafrika, varð hann vrakaður.
- Tað er ein orsøk til niðurtúrin hjá okkum og fleiri ting fara at koma fram í ljósið. Um fólki tá heldur ikki vil fyrigeva okkum, so vita tey í øllum førum sannleikan, sigur Patrice Evra.
Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, var í øðini inn á sínar spælarar, tá teir valdu at boykotta eina venjing, tí Nicolas Anelka varð sendur heim úr Suðurafrika.
- Eg fari at fortelja alt sum eg fór ígjøgnum sum liðskipari. Alt Frakland skal hava eina forkláring uppá vanlukkuna og eg skal persónliga geva teimum hana, sigur Patrice Evra.
Frakland fekk bara eitt stig í hesum endaspælinum og endaðu niðast í bólki A. Einki minni enn ein vanlukka fyri eina so stóra fótbóltstjóð sum Frakland.
- Eg fari at fortelja sannleikan, so skjótt sum gjørligt. Um tað er á einum tíðindafundi ella eini samrøðu er líkamikið. Eg havi einki at goyma. Tað franska landsliðið er ong hjá franska fólkinum, sigur Patrice Evra at enda.