Í gjár longdi 37-ára gamli Ryan Giggs sáttmálan og nú tykist eisini greitt, at Patrice Evra fer at leingja sín sáttmála við Manchester United. Fraklendingurin hevur annars verið settur í samband við Real Madrid seinastu tíðina, men miðlarnir í Onglandi vita at siga, at vinstri bakkurin mánadagin setur sítt navn á ein sáttmála galdandi til 2014.
Millum annað Dailymail vita eisin at siga, at Sir Alex Ferguson er áhugaður í unga Everton leikarunum, Jack Rodwell. Sir Alex Ferguson váttaði í leikskránni hjá Manchester United fyri kortum, at hann í januar royndi at keypa ein leikara. Flestu miðlarnir vóru tá samdir um, at talan var um Aston Villa leikarin, Ashley Young. Nú vilja fleiri verða við, at talan helst var um Jack Rodwell.
Manchester United spælir í dag í FA Cup móti Crawley Town, sum er eitt ?non league? lið. Tað vil siga, at teir ikki eru at finna í fýra teimum bestu deildinum í Onglandi.










