Evo Morales forseti í Boliva fær friðskjól í Mexico

Mexico fer at biða Bolivia lata Evo Morales sleppa til Mexico, har hann fær friðskjól, sigur uttanríkisráðharri.

Mexico hevur givið fyrrverandi forsetanum í Boliva, Evo Morales, sum legði frá sær í gjár, friðskjól.

Tað sigur uttanríkisráðharrin í Mexico, Marcelo Ebrard, í kvøld.

– Fyri nøkrum minuttum síðani varð eg uppringdur av Evo Morales, sum bað um politiskt friðskjól í landi okkara, sigur Ebrard á einum tíðindafundi.

– Innanríkisráðfrúan Olga Sanches Cordero tók avgerðina um at geva honum friðskjól.

Morales mátti í gjár leggja frá sær sum forseti í Bolivia.

Landið hevur verið merkt av mótælum ímóti skuldsetingum um valskvik, sum tey halda hevur verið í sambandi við forsetavalið í oktober.

Sambært almennum úrslitum vann Morales valið. Men ein frágreiðing frá felagnum fyri Amerikanska Statir (OAS) kom til ta niðurstøðu, at tað hevði verið óreglusemi í sambandi við valið.

Stórir partar av løgregluni vendu honum bakið, og seinnapartin í gjár kom ein áheitan frá hernaðarleiðaranum, Williams Kalima, til forsetan um at fara frá.

Ein kroystur Morales boðaði frá, at hann legði frá sær, í eini røðu til tjóðina í gjárkvøldið.

– Vit fara beinanvegin at boða uttanríkisráðnum frá, at sambært fólkarættinum skal ráðið bjóða sær til at leiða hann trygt út av landinum, sigur Ebrard við tíðindafólk.

Í dag eru framvegis mótmæli í fleiri býum í Bolivia. Fleiri staðni brustu viðhaldsfólk og mótstøðufólk hjá Morales saman.

Í fólkinum og í miðlunum er óvissa um, hvar Morales er. Fleiri leysasøgur í dag vildu vera við, at hann longu er farin av landinum.

Í kvøld okkara tíð eru limirnir í OAS kallaðir til snarfundar í Washington fyri at tosa um støðuna í Bolivia.

 

/ritzau/Reuters