Tað er MBF, sum hevur tikið stig til hesa evnisvikuna og heitt á skúlarnar um at arbeiða við hesum evninum. Undirtøkan er góð, og 34 skúlar hava arbeitt hesa vikuna við evninum. Millum aðrar 5. flokkur í Santa Frans skúlanum í Havn.
Flokslærari hjá fimta flokkinum er Sonni Djurhuus, og hann sigur, hann setti sær sum mál, at børnini skuldu arbeiða við tí, sum er nærliggjandi teimum sjálvum. Tað vil siga, at hann setti út í kortið, at tey skuldu finna útav, hvussu tað er at vera menningartarnaður, og hvussu hesi sjálvi uppliva tað at vera menningartarnaður.
? At arbeiða við evninum tey brekaðu má sigast at vera eitt sera breitt evni, og tí haldi eg, at tað var betur at fara inn á eitt ávíst øki at arbeiða, sigur Sonni. Og hansara flokkur hevur sostatt arbeitt við menningartarnaðum.
Vitjaðu Virkni
Næmingarnir hava sæð filmar, fingið frágreiðingar og so framvegis. Men tað týdningarmiklasta er helst teirra egni partur í tí aktiva arbeiðinum. Tí tað er ongin loyna, at ein lærir mest, tá ein er í gongd við eitthvørt.
Tí settu tey seg í samband við Virkni, har tey so vitjaðu týsdagin og tosaðu við tvey av brúkarunum um júst hetta at vera menningartarnaður.
Sonni sigur, at tað gekk væl, og hann heldur so avgjørt, at børnini fingu nógv burturúr hesi vitjan.
? Tey sóu tey menningartarnaðu við heilt øðrum brillum aftaná. Og eg haldi, at tey gjørdust bilsin av at síggja, hvussu tey menningartarnaðu virka gjøgnum dagin, sigur Sonni.
Eisini heldur Sonni so avgjørt, at næmingarnir sjálvir fegnir vildu arbeiða við hesum evninum, tí tá áheitanin frá MBF kom, gav hann sínum flokki tvey í at velja. Hann segði, at hann hevði valt sær tvey evni, sum tey kundu arbeiða við í eina viku. Antin hesa evnisvikuna ella eina um heystið.
? Og næmingarnir vóru ikki í iva. Tey vildu nógv heldur abeiða við hesum evninum, sigur Sonni.
Ringt at sleppa inn
Sonni Djurhuus heldur, at hetta tiltakið er eitt avbera gott hugskot, tí tað er við til at varpa ljós á tey brekaðu. Og tað kann verða við til at geva børnum eina heilt aðra uppfatan av teimum, ið bera brek. Men hann sigur tó, at tað hevði kanska verið eitt betri hugskot, at ikki allir 34 skúlarnir arbeiða við hesum evninum í somu viku. Tí hann sigur, at tað hevur verið avbera torført hjá teimum at sleppa inn á ymsu stovnarnar. Og tá tey so eru sloppin, so hevur vitjanin verið nógv stytri enn ynskiligt var.
? Hetta er eitt fínt tiltak, sum óivað verður við til at børn kunnu fáa eyga upp fyri, at hesi eisini hava eitt lív, og hvussu tey liva tað, sigur Sonni Djurhuus.
Evnisvikan í Santa Frans endar við, at næmingar hava munnliga framløgu fyri floksfeløgunum, um hvat tey hava fingið burtur úr hesa vikuna.
Og so verður hon alment endað fyri allar luttakandi skúlar við einum stórum barnatiltaki í høllini á Hálsi fríggjadagin, har sjónleikur, M´s Blues Band og ítróttarspøl millum annað verða á skránni.