Evniskvøld í Vágum

Hóskvøldið hin 16. februar skipar ÍSF fyri evniskvøldi í SÍF-húsinum í Sandavági. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Vágum.

- Endamálið við hesum tiltaki er at kunna feløgni um ÍSF. Evnini, sum verða tikin upp, eru eitt nú bygnaðurin í ÍSF, skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum, etisku leiðreglurnar, doping, skrásetingarskipanin, tryggingarviðurskifti, rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, skeiðsvirksemi, leikmeti og annað.

ÍSF, sum hevur sent Portalinum henda tíðindastubba, hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemi hjá sambandinum.

- Tiltakið byrjar klokkan 19 og varar í umleið tveir tímar.

Tað sigur ÍSF, sum hevur sent skriv til feløgini í vónini um, at nógv møta í SÍF-húsinum í Sandavági til tiltakið hóskvøldið hin 16. februar.