Løgmansskrivstovan fer 15. november at skipa fyri einum evnisdegi um starvsfólkapolitikk.
Anfinn Kallsberg, løgmaður byrjar dagin við at hava innlegg um týdningin av at hava starvsfólkapolitikk á almennu arbeiðsplássunum.
Evnisdagurin, sum verður á Hotel Føroyum, er fyri leiðarar og starvsfólk, sum arbeiða við starvsfólkaviðurskiftum.
Evnisdagurin fer serliga at snúgva seg um íverksetan av starvsfólkapolitikkinum og fer at leggja dent á at lýsa og viðgera spurningar sum: Hvat skal til fyri at fáa starvsfólkapolitikkin at virka? Hvørjar møguleikar gevur starvsfólkapolitikkurin? Hvørja ávirkan kann starvsfólkapolitikkurin fáa ? osfr.
Umframt íverksetan av starvsfólkapolitikkinum, verða hesi evni viðgjørd:
Gongdin í starvsfólkapolitikkinum, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.
Løgfrøðiliga støðan hjá starvsfólkapolitikkinum, Rúni Joensen, deildarstjóri
Lyklatøl úr frágreiðingini um starvsfólkapolitikk, Barbara á Tjaldrafløtti, deildarstjóri.
Íverksetan av starvsfólkapolitikkinum, - Royndir, - Forðingar, - Flytingar, Helgi Rasmussen, vinnulívssálarfrøðingur.
Tikið verður samanum, Anfinn Kallsberg, løgmaður.