Onkutíð hava tey arbeitt við ull, men hesaferð varð avgjørt at arbeiða við pappmaché, har børnini endurnýta avíspappír, eggjabakkar og annað.
Tiltakið endar komandi fríggjadag kl. 15 við at børn og starvsfólk ganga skrúðgongu av Sandinum og niðan á fótbóltsvøllin. Á fótbóltsvøllinum fara øll at syngja saman við tónleiki sum ung úr Virkishúsinum framføra.
Eftir hetta verður framsýning í Skálanum, har alt tað sum børnini hava arbeitt við, verður víst fram. Framsýningin verður opin frá kl. 16 til 19.