Evnisdagar um íblástur og kunnleika

Í morgin skipar Atlanticon fyri evnisdegi um eina norðurlendska verkætlan, sum miðjar ímóti at stuðla burðardyggari menning í teimum smáu samfeløgunum í Norðurlondum

Endamálið við evnisdegnum er at fáa íblástur, kunnleika og møguleika at samskifta um felags royndir í EMS-Light Nordic og harvið at læra av hvørjum øðrum.

Høvuðsmálið við verkætlanini, EMS-Light Nordic, er at økja um støðið á verjuni av umhvørvinum og kappingarførinum hjá teimum smáu og miðalstóru virkjunum.

Verkætlanin fer fram í Føroyum, Íslandi og Álandsoyggjunum og er grundað á eitt tætt samstarv millum virkir, feløg og umhvørvismyndugleikar. Samstarvið er grundað á uppbyggingina og verksetanina av hesi umhvørvistýriskipan

EMS Light-Nordic stendur fyri Environmental Management System, og verkætlanin verður framd av arbeiðsbólkinum Smásamfeløg undir Norðurlandaráðnum.

Tey, sum hava upplegg á evnisdegnum, eru Kristianna Winther Poulsen, Atlanticon, Eyðfinn Eghom, stjóri í Mest, Terji Durhuus, Jarðfeingi, Finnbogi Joensen frá Agenda-felagnum í Vestmanna, og Janet Fríða Johannesen, stjóri í Atlanicion.

Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia hósdagin 4. desember klokkan 9 til 12.