Evnisdag um Europa

Næmingar á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni byrjaðu hesa vikuna við at seta Europa ovast á breddan

 
Í Vági stóð Europa ovast á breddanum mánadagin. Tað vóru næmingar á Miðnámsskúlanum, sum byrjaði vikuna við at kunna seg um Europa. Mánadagurin var skipaður sum evnisdagur um Europa, Europadagur, og næmingar valdu so ymsar bólkar at arbeiða í, alt eftir áhuga.
                 Alskyns viðurskifti viðvíkjandi Europa komu upp at venda, tá næmingarnir og lærarar fóru í gongd. Faktaviðurskifti og hugtøk komu undir lupp. Høvi var at arbeiða bæði bókliga og skapandi.
                 Næmingar høvdu 10 bólkar ella evni í at velja: Europeiski samleikin, Balladur ? vísur, kvæði o.a., Myndlist, Eur. bókmentir (Shakespeare), Náttúruvísund, Søga ? politikkur, Matur, Máltíð sum sosialt, mentanarligt og søguligt fyribrigdi, Á ferð í Europa, Fótbóltur og harðskapur.
                 Um middagsleitið ótu næmingarnir og á matarlepanum var sjálvsagt matur úr  Europa, sum næmingar í matbólkinum borðreiddu við. Dagurin eydnaðist væl og endaði við framløgum og framførslum.