Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú trý sløg av banankips, sum eisini eru at fáa í Føroyum. Orsøkin er, at tað er ov nógv av evnunum PAH í kipsunum.
PAH eru evni, sum kunnu økja um vandan fyri krabbameini, verða tey etin yvir longri tíð, tvs verða yvir 100 gramm av banankipsi etin um dagin.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum hava keypt hesi sløgini av banankipsi, um antin at beina tey burtur ella at lata tey inn aftur í handilin, haðani tey eru keypt.
Talan er um trý ymisk sløg av banankipsi, sum eru afturkallað.
Tey eru:
1:Zen of Nature 450 g, haldføri til 09-05-2011
2: Frugt.dk 100 g haldføri til 26-04-2011
3: Bananchips 250 g haldføri til 06-05-2011
Á myndini er eitt slag av banankipsi, sum er afturkallað.









