Ein tann evnaríkasti unglingaleikarin í Onglandi, Theo Walcott, hevur gjørt sáttmála við Arsenal
Walcott er bert sekstan ára gamal, og fleiri feløg lógu framvið at keypa hann, men tað gjørdist nú Arsenal, ið dróg longsta stráið. Chelsea hevur eisini víst áhuga fyri Walcott, men hann metti, at hann best kundi menna síni evnir í Arsenal.
Samlaði prísurin fyri Walcott kann gerast 130 milliónir krónur (12 milliónir pund), um hann gerst fastur leikari á besta liðnum hjá Arsenal, og um hann verður úttikin til enska landsliðið. Fyri fyrst hevur Arsenal latið fimm milliónir pund, men væntandi skulu teir av við minst tvífalt so nógv seinni.
Meðan Walcott og Wenger fegnast um nýggja sáttmálan, iðrar stjórin í Southampton seg um at hava mist ein so evnaríkan leikara. Hóast Southampton hevur fingið heilt fitt av peningi fyri Walcott, var tað ongantíð ætlanin hjá teimum at selja hann so tíðliga.