Finnbogi er ættaður úr Klaksvík, sonur Onnu Katrinu Wolles av Trøllanesi og Jógvan Fredrik Isaksen úr Leirvík, vanliga nevndur Billi-Jógvan. Anna og Jógvan keyptu hús úti í Brekkunií Klaksvík, og har sleit Finnbogi sínar barnaskógvar.
Í blaðnum í gjár skrivar vinmaður og partamaður hansara, Signar á Brúnni, um politisku avrik hansara, so tað skulu vit ikki endurtaka her.
Finnbogi er yngstur av 7 systkjum. Bert 5 ára gamal gjørdist hann faðirleysur, tá pápin brádliga doyði. Hetta hevur ivaleyst merkt hann, tí hann var sum smádrongur bangin av sær.
Hann var serstakliga stillur. og so løgið tað ljóðar, tosaði hann lítið. Tá ið hann kom úr skúlanum, vóru skúlatingini altíð tað fyrsta, hann setti seg við. Tað gjørdi ikki mun, um dreingirnir komu at spyrja eftir honum; skúlatingini vildi hann ikki misrøkja.
Men hesin stilli og eitt sindur óttafulli drongur vaks upp og bleiv ein av teimum, sum hevur sett varandi spor eftir seg, bæði mentunarliga og politiskt.
Nakar ræðuskítur hevur hann ikki verið, hvørki so ella so. Hansara meiningar hava komið bæði klárt og greitt fram. Hann hevur gjørt eftir síni sannføring og ikki lagt í tað, sum hini hildu vera rætt ella best.
Tað eru ikki smávegis sendingar, Finnbogi hevur lagt til rættis, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Ein hópur av skrivaðum tilfari er komið frá hansara hond.
Finnbogi hevur fingist við eitt sindur av hvørjum; millum annað hevur hann roynt seg sum listamann. Í barnaheiminum í Brekkuni hongur okkurt listaverk frá hansara hond.
Fjøllbroyttur maður
Í hugnaliga heiminum við Villingadalsvegin, búgva Finnbogi og kona hansara, Ása, saman við hundinum. Laika er uppkallað eftir fyrsta hundinum, sum varð skotin út í rúmdina við russiska rúmdarfarinum, Sputnik. Laika er sera vinarlig og eins gestablíð sum tey bæði, Ása og Finnbogi.
Finnbogi hevur nógv áhugamál, millum annað hevur hann bæði høsn, dunnur og gæs. Dunnusløg hevur hann fleiri, og eisini er onkur æða í millum.
Á stykkinum niðanfyri húsini stendur úthúsið hjá teimum. Hetta er eitt sjáldsamt úthús. Í niðaru hæddini halda djórini til, og á ovaru hevur hann skrivstovu sína, har alt finst, sum eini nútímans skrivstovu hoyrir til.
Alt, bæði innan- og uttandura, er væl hildið, sjálvt ánna, sum renur eftir stykkinum, vaskar Finnbogi av einslystum.
Millum mongu áhugamálini hjá Finnboga er eisini ættargransking. Hann hevur fingið sær eitt amerikankst ættarforrit. Higartil hevur hann sligið 3600 nøvn inn á telduna. Hann hevur eitt framúr gott minni, og tað stendur ikki á at greiða frá familjubondum, fellur prátið inn á tað.
Svarar so tað situr
Finnbogi er kendur fyri síni kviku og beinraknu aftursvar. Ikki bert er hann skjótur at svara, men er hartil stuttligur og stundum bersøgin
At hann hugsar skjótt, er henda lítla søgan dømi um:
Tá Finnbogi var blaðungur, kom hann á einum politiskum fundi at sita í millum teir báðar kendu landspolitikkararnar, Hákun Djurhuus og Jákup Fredrik Øregaard. Onkur, sum sat har á leið, spurdi unga og klæntrasliga Finnboga, hvussu hann kendi seg millum hesar báðar politisku kempurnar.
?Sum eitt tíggjuoyra millum tvey fimmoyru?, var Finnbogi kvikur at svara.
Tað kundi verið mangt at sagt frá um Finnboga; men pláss verður ikki fyri øllum her. Við sínum skrivaða tilfari og yrkingum, útvarps og sjónvarpssendingum, hevur hann givið okkum øllum varandi dýrgripir.
Sosialurin ynskir Finnboga hjartaliga tillukku á sekti ára degnum.










