Evnafrøðilig vápn ímóti flóttafólki

Týska blaðið Die Welt vil vera við, at evnafrøðilig vápn úr Sýrialandi vórðu roynd í einari hernaðarvenjing í Sudan herfyri.

Die Welt sigur seg hava fingið tíðindini frá keldum, sum ikki vilja verða nevndar. Sambært teimum høvdu teir sýrisku myndugleikarnir skotið upp at royna tey evnafrøðiligu vápnini ímóti sudansku uppreistrarrørsluni SPLA, men av tí at rørslan júst hevði játtað at tingast við sudansku stjórnina, bleiv avgjørt at royna vápnini ímóti sivilfólki í landspartinum Darfur ístaðin fyri.

Die Welt sigur seg hava fingið at vita frá keldunum, at fleiri flóttafólk, sum eru flýdd úr Darfur, hava sár, sum tey fingu av teimum evnafrøðiligu vápnunum. Tann 2. august visti ein arabisk tíðindastova at siga frá, at fleiri lík úr Darfur vóru komin á Al Fashr- sjúkrahúsið í sudanska høvuðsstaðnum Khartoum. Øll líkini vóru fryst, og arabiska tíðindastovan vildi vera við, at hetta vóru fólk, sum vóru deyð av teimum sýrisku vápnunum.

Sambært keldunum hjá Die Welt vóru fleiri sýriskir heryvirmenn í Khartoum í vár og tosaðu við sudansku herleiðsluna um samstarv.