Evnafrøðilig framførsla í Løkshøll

Í Runavík skjóta tey seg inn í nýggja árið við eini sermerktari framýning í Løkshøll. Tað er ein evnafrøðilig framførsla sum verður í dag klokkan 17 við eldi, gassi, skúmi, eksplosiónum og nógvum litum.

Tað eru teir báðir evnafrøðilærararnir í Runavík, Ásbjørn Berthelsen og Petur Lamhauge, sum standa fyri framførsluni.

Slíkar framførslur eru vanligar í øðrum londum, men í Føroyum hava vit ikki frætt um slíkt áður.

Serstakliga plaga áhugin at verða stórur hjá børnum og ungum og Berthelsen og Lamhauge, sum teir kalla seg, fara eisini at vísa nakrar royndir, sum øll kunnu gera heima við hús.