Umhvørvi
Herfyri høvdu bæði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen og býarverkfrøðingurin, Heri Hammer, greinir í Norðlýsinum, har teir siga, at økið í Ánunum, har IRF hevur tømt rottangar, skal riggast av.
Borgarstjórin vísir á, at øll eiga at gera sítt til, at slíkar hendingar, sum tilburðurin við lambinum hjá Archibald Black, ikki skulu henda.
Steinbjørn ásannar, at tað er IRF, sum hevur ábyrgdina av umtalaða økinum í Ánunum, men fyri at bjarga íkomnu støðuni næst seinasta sunnudag, gav hann boð um, at neyðuga hjálpin beinanvegin kom á staðið, so lambið kom upp á turt aftur.
Hann vísir á, at fyrst í nítiárunum yvirtók IRF gomlu evjuplássini hjá kommununi í Ánunum, og síðan tá hevur felagsskapurin havt ábyrgdina av nevnda øki – og harvið eisini ábyrgdina av, at økið er nøktandi avhegnað.
- Í sambandi við nýggju góðshavnina, hevur býráðið fyri góðum ári síðan sagt upp leigumálið við IRF, tí kommunan ynskir hetta plássið riggað av. Men vegna vantandi pláss aðrastaðni, hevur býráðið tó givið loyvi til, at IRF í eina avmarkaða tíð aftrat hevur verið á økinum.
Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at IRF nú hevur játtað at tøma evjuplássið og fylla plássið aftur við gróti, og hetta verður gjørt í samskifti við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, leggur hann aftrat.
- Sostatt kann roknast við, at IRF í næstum fer at riggja evjuplássið í Ánunum av.
Borgarstjórin sigur, at fyri í mest møguligan mun at umgangast, at seyður sleppur inn um býarhegnið, er býargartnarin biðin um at kanna umstøðurnar nærri og gera neyðugu ábøturnar.
Býarverkfrøðingurin, Heri Hammer, sigur við Norðlýsið, at hann hevur verið í sambandi við IRF um støðuna við Grønhólm.
- Vit hava nú verið í samband við IRF og hava boðað felagsskapinum frá, at teir eru uppsagdir. IRF fer at tøma brunnarnar og fylla uppaftur við gróti, sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur hjá Klaksvíkar kommunu.









