Umhvørvi
Herfyri var nógv skriving um evjuplássið, sum IRF hevur í Ánunum, norðanfyri Klaksvíkina.
Tað var bóndin, Archibald Black, sum serliga gjørdi vart við, at økið í langa tíð hevur ligið opið, bæði niðaneftir og eisini norðureftir.
Gjøgnum árini hava einir fimm seyðir hjá honum staðið fastir í evjuni, harav tveir teirra, sum hann veit um, eru deyðir.
Skrivingin tók seg upp, tá eitt stórt lamb hjá honum aftur var vorðið fast í evjuni og slapp ikki upp úr aftur.
Tað er IRF, sum leigar økið frá Klaksvíkar kommunu, men í allari skrivingini er tað serliga Klaksvíkar kommuna, sum hevur staðið fyri skotum – og ikki IRF, sum hevur havt ábyrgdina av økinum.
Nú Sosialurin var í Klaksvík í morgun, koyrdu vit ein túr norður í Ánirnar at hyggja, hvussu vorðið er á evjuplássinum.
At síggja til, er ikki talan um nakra grefliga mynd, tú fært av hesum øki, men hyggur tú væl, sært tú lendið, sum hesin seinasti seyðurin hjá Archibald Black er sokkin niður í.
Tað er farið at valla omanyvir evjuni, og tí helt Archibald Black, at vandin fyri, at børn enda í evjuni, er stórur, nú økið so leingi hevur ligið opið.
Nú eru so verulig stig tikin til at loysa málið.
Loysn funnin
Tað fyrsta, vit gáaðu eftir í morgun, var, at alt økið nú er avhegnað, bæði niðaneftir og norðureftir.
Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvík, sigur, at evjuplássið nú í fyrsta lagi er avhegnað, og hann veit eisini at siga, at ein loysn er funnin á evjuni í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
- Soleiðis, sum eg havi skilt málið, sleppur IRF at taka evjuna upp og fylla annað tilfar á økið. Evjan verður løgd á annað góðkent stað, men til tess, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal góðtaka loysnina, fylgja nakrar treytir við, sigur býarverkfrøðingurin, sum fegnast um, at økið nú er avhegnað, og at ein endalig loysn á evjuplássinum nú er í ljósmála.










