Evjuplássið hjá IRF í Ánunum avhegnað

Evjuplássið hjá IRF í Ánunum, sum nógv skriving var um herfyri, er nú avhegnað, og nú verður arbeitt við, hvussu plássið skal tømast, evjan leggjast á annað stað og økið fyllast uppaftur við øðrum tilfari Tað var bóndin, Archibald Black, sum serliga gjørdi vart við, at økið í langa tíð hevur ligið opið - við ongum hegni, bæði niðaneftir og partvís eisini norðureftir.

Gjøgnum árini hava einir fimm seyðir hjá honum staðið fastir í evjuni, harav tveir teirra, sum hann veit um, eru deyðir.

Skrivingin tók seg upp, tá eitt stórt lamb hjá honum aftur var vorðið fast í evjuni og slapp ikki upp úr aftur við egnari hjálp.

Tað er IRF, sum leigar økið frá Klaksvíkar kommunu, men í allari skrivingini er tað serliga Klaksvíkar kommuna, sum hevur staðið fyri skotum ? og ikki IRF, sum hevur havt ábyrgdina av økinum.

Í morgun var Portalurin ein túr norðuri í Ánunum og fregnaðist, hvussu vorðið er á evjuplássinum.

Tað er farið at valla omanyvir evjuni, og tí helt Archibald Black, at vandin fyri, at børn kunnu enda í dýkinum, er stórur, um økið ikki varð avhegnað aftur.

Men nú eru so verulig stig tikin til at loysa málið.

Tað fyrsta, vit gáaðu eftir í morgun, var, at alt økið nú er avhegnað, bæði niðaneftir og norðureftir.

Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvík, sigur, at evjuplássið í fyrsta lagi er vorðið avhegnað, og hann veit eisini at siga, at ein loysn er funnin á evjuni í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

- Soleiðis, sum eg havi skilt málið, sleppur IRF at taka evjuna upp og fylla annað tilfar á økið. Evjan verður løgd á annað góðkent stað, men til tess, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal góðtaka loysnina, fylgja nakrar treytir við.

Heri Hammer sigur seg fegnast um, at økið nú er avhegnað, og at ein endalig loysn á evjuplássinum nú er í ljósmála.