Sangurin eitur Make this life a dance, og hevur eitt texas swing yvir sær.
- Hetta er ein vakur og friðaligur sangur, men eg vóni, at hann verður lïka væl môttikin sum hinir sangirnir hjá mær, sum Jákup Zachariassen hevur producerað, sigur Evi Tausen.
Jákup Zachariassen eigur orð og lag.
- Hetta er ein nýggjur stílur, sum eg havi lagt meg eftir, og sum eg haldi passar væl til mín. Seinni í ár kemur eisini eitt annað lag, sum kanska verður á føroyskum, sigur Evi Tausen.
Sangurin Make this life a dance kemur út í dag, týsdag.
Næsta vikuskiftið fer Evi at framføra til Mítt Land á Amager Strand.
- Hetta gleði eg meg ótrúliga nógv til, og hetta verður heilt víst ein dundrandi sukksé, og ein gyltur møguleiki hjá okkum føroysku tónleikarum at promovera okkum uttanlands, sigur Evi Tausen.
Lena Andersen hevur skrivað orðini saman við Jákup Zachariassen, meðan Jákup eigur lagið.
Frumframførsla av sanginum á Rás2 í dag millum klokkan 11-12.










