Songkvinnan Evi Tausen hevur júst verið í USA, har hon hevur tikið tónleik upp til nýggja fløgu, sum kemur út um ein mánað.
Evi hevur gjørt skjóta karrieru í føroyskum countrytónleiki, og nú tekur hon stóra stigið við eini fløguútgávu. Fyrstu ferð, Evi sang alment, var í sínum egna brúdleypi í august mánaði í fjør. Síðani hevur hon givið stakfløgu út og spælt á konsertum, og nú um mánaðarskiftið kemur ein fløga við 10 sangum á.
- Síðani stakfløgan hjá mær kom út, havi eg arbeitt við at fáa útgivið eina fløgu við 10 sangum, og nú havi eg verið í Nashville og tikið tónleikin upp, sigur Evi.
Framleiðari av nýggju útgávuni er gittarspælarin Brent Mason, sum áður hevur spælt føroyskan tónleik. Millum annað var hann í Føroyum og spældi við á Nashville-konsertunum. Hetta er fyrsta fløgan, sum hann hevur framleitt.
10 sangir eru á útgávuni – 9 av teimum eru nýggir og ein er ein endurinnspæling. Fleiri av sangunum eru skrivaðir av kendum sangskrivarum í Nashville.
Sangur um Cash
Ein av sangunum á nýggju útgávuni hevur Glenn Douglas Tubb skrivað. Hann var góður vinur við Johanny Cash og fyrru konu hansara, Vivian. Tá ið Johnny fór frá Vivian til June, fór Vivian til Glenn Douglas, og saman skrivaðu tey ein sang um hennara hjartasorg.
Sangurin, sum kallast Wishing Well, er ongantíð útgivin, tí Vivian vildi ikki, at hennara kenslur fyri Johnny Cash skuldu koma fram alment.
- Nú hvørgin av teimum er á lívi, kennir Glenn seg ikki bundnan at lyftinum, hann gav Vivian, og hann hevur latið meg syngja sangin inn á mínari fløgu. Tað haldi eg verða sera spennandi, sigur Evi.
Reeves-duett
Evi hevur endurinnspælt ein sang, sum Jim Reeves er kendur fyri at hava sungið.
- Mær dámar sera væl Jim Reeves, og eg havi valt ein klassikara hjá honum til mína fløgu. Hann syngi eg saman við besta vinmanninum hjá Jim Reeves, hann eitur Jim Ed Brown, sigur Evi.
Jim Ed Brown og systrar hansara høvdu í fimmti og seksti árunum ein bólk, tey kallaðu The Browns, og teira størsta hitt er sangurin The Tree Bells.
Á nýggju fløguni syngur Evi eisini duett saman við Alex Bærendsen.
- Alex varð nógv spældur í mínum barnaheimi, hann hevur eina fantastiska rødd, og tað er sera stórt fyri meg at sleppa at syngja saman við honum, sigur Evi.
Myndatekstir:
(mynd av Evi og tveimum monnum)
Brent Mason (høgrumegin) hevur framleitt tónleikin á nýggju fløguni hjá Evi, og Jim Ed Brown, sum er gamal vinmaður hjá Jim Reeves, syngur duett saman við Evi á nýggju fløguni
(lítil mynd av Evi)
- Síðani stakfløgan hjá mær kom út, havi eg arbeitt við at fáa útgivið eina fløgu við 10 sangum, og nú havi eg verið í Nashville og tikið tónleikin upp, sigur Evi.