Evi Tausen við sjónbandalagi

Eitt spildurnýtt sjónbandalag við countrystjørnuni Evi Tausen er kunngjørt. Talan er um eitt sjónbandalag til sangin Blue Radio av fløguni Wishing Well, sum er upptikin í Nashville og framleidd av Brent Mason.

 

Tað er fuglfirðingurin Kenneth Jørgensen, sum hevur framleitt sjónbandalagið, ið er at síggja á leinkjuni niðanfyri. Kenneth er útbúgvin frá Medieskolerne í Viborg, og hevur royndir frá millum annað Kringvarpinum. Hann hevur gjørt sjónbandalag áður, eitt nú til lagið Princess hjá Lisu í Dali, sum hann gjørdi saman við eitt nú Rógva Rasmussen.

 

Evi Tausen er annars í Dublin júst nú, har hon er tilnevnd sum International Country Artist of the Year.

 

Sí sjónbandalagið til Blue Radio og leinkjuni niðanfyri.

 

Mynd: skermprent úr sjónbandalagnum.