Evi Tausen til countrymessu í Køln

Hin 25. apríl er Evi Tausen eisini boðin til Danmarkar at syngja saman við The European Highwaymen.

Í februar var Evi Tausen saman við okkara fremstu innan countrytónleik í Føroyum - Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - stórari countrymessu í Berlin.

 

- Okkurt gott hava vit gjørt, tá vit vóru í Berlin, tí tey hava longu sent boð eftir okkum aftur.

 

Tað sigur Evi Tausen, sum nú ger seg til reiðar at fara av stað aftur á Country Messu í Køln. Evi og Hallur Joensen fara nú nevniliga til eina enn størri messu, sum verður 4. apríl.

 

- Har skulu Hallur og eg eisini avdúka, hvat ársins countrynavn í 2013 í Týsklandi er.

 

Hon sigur, at Hallur, Kristina og hon sjálv eisini eru tilnevnd sum ársins nøvn í Evropa í 2014, og fimm tey fremstu verða boðin til eitt stórt show í Eysturríki.

 

- Týskland er eitt veldugt land at promovera seg í. Tey elska country, og slær tú ígjøgnum har, eru góðar vónir fyri framman, sigur Evi Tausen.

 

Hin 25. apríl er hon eisini boðin til Danmarkar at syngja. Her skal hon framfrøra saman við The European Highwaymen.

 

- Hetta er ein samansettur bólkur av trimum av størstu countrystjørnunum í Noregi, Arly Karlsen, sum hevur vitjað Føroyar nakrar ferðir, Gunnar Thomsen, sum syngjur duett saman við Halli Joensen á With Stars And Legends fløguni - og so Ove Støylen, sigur Evi Tausen, sum hevur nógv jørn í eldinum á tónleikaøkinum í 2014.