Evi Tausen, sum í hesum døgum er í Nashville saman við Kristinu Bærendsen, har Kristina roynir at marknaðarføra sína seinastu fløgu, nýtir lívið og stjørnurnar.
Í farnu viku var hon so heppin, at hon slapp á pall saman við stóru countrystjørnuni Vince Gill.
- Tað var heilt fantastiskt at standa á pallinum og syngja saman við Vince Gill og The Time Jumpers.. Je var ómetaliga nervøs, men so tá je kom upp á pallin til teir, og merkti hvussu róligir teir vóru, so bleiv alt cool beinavegin.
Hon greiðir frá, at tey ikki høvdu vant saman ella havt nakra ljóðroynd, so tað mátti bera ella bresta, tá hon fór at syngja.
- Je var eitt sindur bangin fyri hvussu væl je fór at hoyra meg og tónleikin í monitorunum, men tá je byrjaði at syngja var tónleikurin akkurat sum smør á pallinum, sigur Evi Tausen.
- Vince Gill er akkurat líka fittur sum hann sær út til at vera, og hann dyrkaði tað at je sang You Win Again, tann sangin dámar honum sera væl, og tað sær man eisini á videoini hjá mær, hann er sera glaður og nýtur tað ordeliga, sigur Evi, sum ikki dylur fyri, at hon kundi hugsað sær at sungið saman við honum aftur.