Hetta er fyrstu ferð, at countrymessan er í Halle.
– Síðan eg flutti til Esbjerg í 2018, havi eg leitað eftir tónleikarum, sum duga at spæla country. Og nú føli eg endeliga, at eg havi funnið teir ræøttu mennirnar, sigur Evi Tausen.
##med2##
– Og teir havi eg tikið við mær til Týskland at spæla. Je elski old school country sangir, og tað dámar hesum monnunum í orkestrinum eisini, sigur hon.
##med7##
– Eg havi verið í Týsklandi og sungið nakrar ferðir fyrr, tá hevur tað verið í Berlin. Tað eru nógvir festivalfyriskiparar og promotarar, sum koma til hesar countrymessirnar, og bæði Sofus og eg eru longu nú bookað til ein festival í Týsklandi sum verður í august næsta ár, sigur hon.
##med3##
Evi Tausen sigur víðari, at Sofus er sera væl dámdur í Týsklandi.
– Hann passar so serstakliga væl inn í hetta týska countryumhvørvið. Og tey elska nýggja lagið hjá honum A Little Bit Of heaven, sum akkurat er komið út, og sum hann hevur spælt live her í Halle. Country messan í Berlin verður í februar, og tá vera okur eisini við, sigur Evi Tausen.
##med4##
##med5##
##med6##
















