Føroyska countrysangarindan Evi er tilnevnd at vera “Indenpendant Artist of the Year 2013” í eini kapping, sum amerikanska útvarpsrásin The Southern Star Network skipar fyri. Við í kappingini eru tónleikarar, sum enn ikki hava undirskrivað plátusáttmála, og harafturat skulu tey hava verið við í eini sending á amerikonsku útvarpsrásini.
Fyri umleið hálvum ári síðani bleiv Evi uppringd av einum kvinnuligum journalisti frá The Southern Star Network, og líka síðani hava tey spælt fleiri av løgunum hjá 31 ára gomlu Evi á útvarpsrásini. Evi hevur verið so mikið væl dámd av lurtarunum, at fólkini á rásini hava útvalt Evi til at vera ímillum tey 15 fólkini, sum eru tilnevnd at verða “Independant Artist of the Year 2013”.
Umboðsmaðurin hjá Evi sigur, at hetta kann fáa stóran týdning fyri tónleikakarrieruna hjá Evi í framtíðini.
– Bara tað, at hon er tilnevnd, er rættiliga stórt, tí hon fær nógva umtalu. Kappingin er hørð, tí tey eru nógv um boðið, og onkur teirra eru eisini rættiliga kend yviri í Amerika, sigur Gudmundur Djurhuus.
Til ber at atkvøða fyri Evi á heimasíðuni hjá The Southern Star Network.









