Evi heldur útgávudag í Havnargøtum

Í dag, fríggjadagin 11. desember, kemur nýggja fløgan hjá Evi Tausen út.

Í dag kemur nýggja fløgan hjá  Evi Tausen út.

 

Fløgan kallast "Make This Life a Dance" og eru 9 skeringar á.




Í samband við útgávuna verður útgávudagur í Tutl handlinum í miðbýnum í Havn. Evi verður at hitta og spælir hon eisini nøkur løg av fløguni.




Útgávudagurin byrjar kl. 16.