Evi á ferð við nýggjum bólki

Countrysongkvinnan Evi hevur savnað sær nýggjan bólk og verður í summar at hoyra á konsertum og festivalum kring landið

Tað hevur gingið við rúkandi ferð hjá Evi í Porkeri, sum í sínum egna brúdleypi í 2010 sang alment fyri fyrstu ferð. Síðani hevur hon givið stakfløgu og heila fløgu út. Hon hevur spælt sangir inn í Nashville og hevur eisini havt framførslur í USA.

Seinastu tíðina hevur hon roynt at ført sangin Blue Radio fram uttanlands, og sangurin hevur verið spældur víðahvar.


Nýggjur bólkur

Í summar ber tó til at hoyra Evi syngja á føroyskum palli. Hon hevur savnað sær nýggjan bólk, og tey skulu spæla á nógvum tiltøkum í summar – eitt nú Tórshavnar Countryfestivali í mai.

Teir, sum fara at spæla undir hjá Evi, eru Bjarni Lisberg (keyboard), Brandur Jacobsen (trummur), Jens Marni Hansen (el gittar), Pauli Magnussen (bass) og Hallur Djurhuus (kassagittar).

Leygarkvøldið fara Evi og Jens Marni Hansen at framføra í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn.