Tað hevur verið stilli um sangkvinnuna Evi Tausen í eina tíð. Hon var nógv frammi fyri nøkrum árum síðani, tá hon eisini gav sínar country útgávur út, ið framleiddar vóru í Nashville.
Men nú er Evi í gongd aftur við sangi og tónleiki.
Hon fer við bolki á pall á Dungasandi í Sørvági til ársins Country festival. Hon hevur savnað sær bólk, og í hesum døgum venur hon óført saman við bólki sínum.
Í samband við venjingarnar og framførsluna á Dungasandi, verður eina undankonsert á Jugga í Vági tann 31. Mai, har Evi og bólkur hennara framføra. Á skránni eru bæði kendir country klassikarar, umframt nakrir av sangunum, ið Evi hevur givið út á útgávum sínum.
Og aftaná verður spælt út á náttina.
Í bólkinum eru, umframt Evi Tausen , sang og guitar, hesir:
Sjúrður Djurhuus, trummur
Rúni í Lágabø, ljómborð, kór
Hjalmar Magnussen, guitar, kór
Dagfinn Olsen, bass, kór
Petur Bærentsen, guitar, mandolin










