Everton misti í farnu viku verjuspælaran Joleon Lescott til Manchester City, men tað holið skal nu fyllast við tveimum nýggjum spælarum. Everton hevur keypt fraklendingin Silvain Distin í Portsmouth, og nú skal niðurlendingurin Johnny Heitinga verða á veg til felagið úr Atletico Madrid. Sambært bretskum miðlum hevur Everton fingið sítt boð á 42 millióinir krónur góðkent í spanska felagnum.