32 lið eru eftir í UEFA-kappingini. Í kvøld kl. 19 verður fyrri dysturin millum Brann og Everton á Brann Stadion í Bergen. Øll 16.000 atgongumerkini eru langt síðani útseld. Brann hevur ikki leikt ein kappingarføran dyst síðani desember, og tí vænta fótbóltsserfrøðingar, at tað kann geva Everton ein fyrimun. Hinvegin stríðist Everton við skaðar. Hvørki Mikel Arteta ella Steven Pienaar eru tøkir hjá David Moyes. Moyes hevur kortini góðar vónir: ?Vit hava havt eitt gott kappingarár higartil. Tað er gott fyri okkum at verða við í einari so stórari kapping, sum UEFA-Cup, og mugu vit gera alt tað vit eru mentir fyri at taka okkum víðari í kappingini. Men eg vænti tveir harðar dystir ímóti norska meistaraliðnum.? Toppskjúttin hjá Everton, Ayegberi Yakubu byrjar inni hjá Everton, fyri fyrstu ferð í longri tíð.










